Sosialráðgevin og felagið

Vælkomin á heimasíðuna hjá Sosialráðgevarafelag Føroya, sum er áhugafelagið hjá sosialráðgevum í Føroyum

Sosialráðgevar fyriskipa, samskipa og útinna sosialt arbeiði. Sosialráðgevar arbeiða fyrst og fremst hjá almennum myndugleikum av ymiskum slagi. Teir arbeiða t.d. við bæði børnum, ungum, familjum, arbeiðsleysum og fólki við ymsum avbjóðingum.

Sosialráðgevararnir eru skipaðir í Sosialráðgevarafelagið, sum røkir bæði faklig og lønarlig áhugamál hjá limunum. Felagið hevur egnar viðtøkur, men er annars skipað undir Starvsmannafelagnum, sum tekur sær av sáttmálasamráðingum og øðrum fakfelagspolitisku áhugamálum.

Málsetningurin hjá Sosialrágevarafelagnum er:

  • at skapa karmar fyri samskifti millum limirnar í Sosialráðgevarafelagnum
  • at styrkja fakliga samleikan hjá sosialráðgevarum
  • at ávirka samfelagsgongdina út frá sjónarhorninum hjá sosialráðgevanum
  • at vera við í samfelagskjaki um sosial ójavna

Á heimasíðuni kanst tú lesa um søguna og arbeiðið hjá sosialráðgevunum í Føroyum, umframt aðrar upplýsingar um Sosialráðgevarafelag Føroya.